Top Run 2014

When
September 13, 2014 3:00:00 PM Vesteuropæisk sommertid
Where
Sornfelli, Faroe Islands
Distance
9.8
Web
http://www.bragdid.fo

Bragdið skipar fyri TOP RUN, leygardagin 13. sep 2014, kl. 15:00. Øll eru vælkomin at luttaka. TOP RUN er motiónsrenning. Tað vil siga, at øll, sum javnan motiónera, kunnu vera við. Øll, sum hava luttikið í TOP RUN hesi árini, hava gjøgnumført renningina, so tað er ikki ein ógjørlig uppgáva. TOP RUN er ein avbjóðing, tí teinurin er móti brekku nærum allan vegin. Renningin byrjar vid Effo-støðina í Kollfjarðadali (75 metrar yvir havinum) og endar á Sornfelli (680 metrar yvir havinum), eitt strekkið uppá 9,8 km. Renningin verður býtt sundur í fýra bólkar: * Menn undir 40 ár * Menn yvir 40 ár * Kvinnur undir 40 ár * Kvinnur yvir 40 ár. Trý tey fyrstu í hvørjum bólki fáa heiðursmerki. Nummar eitt hjá kvinnum og monnum fær kr. 500,- og fyri nýtt rutumet hjá kvinnum ella monnum, verður lati kr. 500,-. Tað er Effo sum letur gávukekkar, sum kunnu nýtast í øllum Fast handlum kring landið. 

Luttøkugjaldið er 100 kr. við on-line tilmelding. Seinasta freist at melda til on-line er fríggjadagin 12.september kl. 20. Tilmelding kann eisini fara fram á Effo støðini í Kollfjarðadali frá kl. 14:00 til kl. 14:30, á kappingardegnum. Tá er prísurin tó dupultur, altso 200 kr. Allir luttakararnir sum gjøgnumføra, fáa eitt diplom, sum kann útskrivast á úrslitalistanum.

Tá komið er á mál, er okkurt gott leskandi at fáa. Skiftiklæðir verða koyrd niðan á Sornfelli, meðan runnið verður og kunnu heintast har, tá komið er á mál. Bussur koyrir luttakarar omanaftur eftir kappingina.

Her sæst video av rutuni, stytt til 1 min. og her er innslag í 3-2, um Top Run 2013