SMS boðrenning 2014

When
May 24, 2014 4:00:00 PM Vesteuropæisk sommertid
Where
Tórshavn, Húsagøta
Distance
9 km
Web
http://www.bragdid.fo

 

 

Árliga SMS boðrenningin, sum Bragdið skipar fyri, í tøttum samstarvi við SMS, verður leygardagin 24. mai kl.16:00. Hetta er burturav ein firmakapping. 4 ymiskir bólkar eru: 3 kvinnur, 3 menn, 2 kvinnur og 1 maður ella 1 kvinna og 2 menn. Allir vinnarar fáa steyp/glaslut til ognar. Harafturat eru heiðursmerki til 1. 2. og 3. pláss.

Dentur verður lagdur á at skipa boðrenningina soleiðis, at allir luttakararnir kunnu hugna sær. Fyrireikararnir ímynda sær, at ymisku arbeiðsplássini nýta hetta tiltakið sum ein  møguleika at geva starvsfólkunum ein øðrvísi starvsfólkadag, saman við starvsfólki  frá øðrum fyritøkum, samstundis sum tey leggja dent á rørslu og vælveru. Karmur um  tiltakið verður økið kring SMS og Viðarlundin, har vit øll fara at njóta løtuna við undirhaldi, ábiti og  onkrum leskandi.

Fyri at kunna verða við, skulu 3 starvsfólk meldast til hvørt lið. Tað er umráðandi at skriva rætt "liðnavn" fyri tey sum eru á sama liði. Øll skulu vera 18 ár ella eldri og vera í starvi á sama virki, stovni ella líknandi. Okkurt gott og spennandi verður í startposanum. 

Eftir renningina verður hugni í stóra tjaldinum, sum verður uppsett uttanfyri SMS, fyri øllum luttakarum, familju og áskoðarum.

Luttøkugjaldið er 175 kr. pr. persón ella 525 kr. fyri eitt lið. Boðrenningin er bara fyri vaksin. Luttakarin skal vera fyltur 18 ár. Hvør luttakari rennur knappar 3 km.

Seinasta freist at melda til er hósdagin 22. mai, kl. 23. Ongin tilmelding á staðnum og gjaldast skal við korti við tilmelding. Melda alt liðið til einaferð.

Luttakaralistin vísir hvussu nógv lið eru tilmeldaði.

Síggjast til SMS boðrenning 24. mai kl. 16:00

Her finnur tú kort av rutuni og her fínnur tú hópin av frálíkum myndum, frá tiltakinum í 2013, sum Einar Vang hevur tikið