Heilsurenning 7. juni

When
June 7, 2014 11:00:00 AM Vesteuropæisk sommertid
Where
Tórshavn, Vaglið
Distance
5 km
Web
http://www.bragdid.fo

Í samband við Tórshavn marathon 7. juni, skipar Bragdið eisini fyri Heilsurenning. Møguleiki er at ganga ella renna 5 km runt í býnum. Talan er um bilfría rutu, tí vegirnir verða stongdir meðan renningin fer fram. Rutan er 5 km runt í býnum og byrja verður kl. 11.

Heilsurenning er fyri øll, ung sum eldri, skjót og minni skjót. Endamálið er at røra seg. Heilsurenning er ikki ein kapping, men eitt rørsluátak. Ongin vinnari verður kosin.

Byrja og enda á Vaglinum. Tey sum renna ½ ella heilt marathon byrja kl. 09, og Heilsurenning kl. 11, so væntast kann, at nógv koma á mál í senn. 

Skipað verður fyri ymiskum undirhaldi á máløkinum, har eisini sølubúðir hava opið.

Kostnaðurin er 50 kr. og gjaldast skal on-line við tilmelding. Fólkaheilsuráðið letur "Luttøkuskjal" til øll sum renna ella ganga teinin.

Kort av rutuni sæst her: http://iform.dk/ruteplanner/heilsurenning-0