Flaggdagsrenning vaksin 2014

When
April 25, 2014 4:15:00 PM Vesteuropæisk sommertid
Where
Tórshavn, Kongabrúgvin
Distance
6,85 km
Web
http://www.bragdid.fo

Dagarnir gerast longri og ljósari og Flaggdagurin nærkast og tí eisini afturvendandi Flaggdagsrenningin, sum í ár er tann 28. í røðini. Bragdið skipar, sum vanligt, fyri renningini, sum í ár er flutt oman á Kongabrúnna. Renningin byrjar kl. 16, beint aftaná flaggdagshaldið á Vaglinum. Børn og vaksin, roynd og óroynd fara at royna seg og virkir fara at kappast. Rutan er á leið tann sama, tó við tí broyting, at nú byrja vit á Kongabrúnni og renna so eitt sindur longur út móti tyrlupallinum, í mun til undanfarin ár. Teinurin hjá teimum vaksnu er knappar 7 km (sama longd sum undanfarin ár). Heiðursmerki verða latin til trý tey fyrstu í hvørjum bólki hjá børnum og  vaksnum. Vinnarar hjá børnum og vaksnum fáa somuleiðis ein góðan vinning. Harafturat er lutakast um góðar vinningar millum allar luttakarar. Vinningar í lutakasti skulu avheintast á staðnum, ella verður drigið umaftur, til vinnari meldar seg.

Stuttleikarenningin er vælegnað til tey, sum fegin vilja ganga og renna, uttan at kappast. Mammur, pápar, ommur, abbar, gummur, mammubeiggjar, ja øll vaksin sum hava hug at røra seg. Eingin tíðtaking er til hendan bólkin og tey velja sjálvi, um tey ganga/renna 3,5 ella 6,9 km.

Bólkarnir verða hesir:

  • Gentur og dreingir fødd (2005 og seinri)
  • Gentur og dreingir fødd (2003-2004)
  • Gentur og dreingir fødd (2001-2002)
  • Kvinnur og menn opin bólkur fødd (-2000)
  • Kvinnur og menn veteranar (1959-1968)
  • Kvinnur og menn superveteranar (-1958)
  • Stuttleikarenning vaksin (-2000)

Luttøkugjaldið er 40 kr. fyri børn og 80 kr. fyri vaksin, og skal gjaldast on-line. 

Tilmeldingarfreistin er týsdagin 22. apríl kl. 22. Ongin tilmelding á staðnum. (Undantak er til Stuttleikarenning).

Umframt at tað er einstaklingakapping, er Flaggdagsrenningin eisini ein kapping millum virkir, stovnar o.t. nevnd firmakapping. Eisini her er gott gávukort til vinnarar. Lesið meira um firmakappingina her

Leinkja til tilmelding til ymisku bólkarnar er her

Høvuðsstuðlar hjá Bragdinum eru EIK og Tryggingarfelagið Føroyar

Her finnur tú myndir frá Flaggdegnum 2013, sum Tórvør og Einar Vang hava tikið.

Flaggdagsrutan