TOP RUN 2013

When
September 14, 2013 3:00:00 PM Western European Summer Time
Where
Oyggjarvegur, Kollafjørður
Distance
9.8km
Web
http://www.bragdid.fo
* * * * * Leinkja til TOP 5 í øllum 4 bólkum í TOP RUN 2013 * * * * * Bragdið skipar fyri TOP RUN, leygardagin 14. sep 2013, kl. 15:00. Øll eru vælkomin at luttaka. TOP RUN er motiónsrenning. Tað vil siga, at øll, sum javnan motiónera, kunnu vera við. Øll, sum hava luttikið í TOP RUN hesi árini, hava gjøgnumført renningina, so tað er ikki ein ógjørlig uppgáva. TOP RUN er ein avbjóðing, tí teinurin er móti brekku nærum allan vegin. Renningin byrjar vid Effo-støðina í Kollfjarðadali (75 metrar yvir havinum) og endar á Sornfelli (680 metrar yvir havinum), eitt strekkið uppá 9,8 km. Renningin verður býtt sundur í fýra bólkar: * Menn undir 40 ár * Menn yvir 40 ár * Kvinnur undir 40 ár * Kvinnur yvir 40 ár Trý tey fyrstu í hvørjum bólki fáa heiðursmerki. Nummar eitt í hvørjum bólki fær kr. 500,- Fyri nýtt met hjá kvinnum ella monnum verður lati kr. 500,- Metið fyri menn er 45m 02s, og tað eigur Sigurð Justinussen, sum setti tað í 2005. Hjá kvinnum er tað Valborg Heinesen, sum rann rutuna í 2012 við tíðini 51m 21s. Tilmelding kann eisini fara fram á staðnum frá kl. 14:00 til kl. 14:30. Tá er prísurin tó dupultur, altso 200 kr. Allir luttakararnir, sum gjøgnumføra fáa eitt diplom. Met & úrtslit frá undanfarnum árum síggjast her Rutukort og hæddar profilur. TOP RUN 2011 Video av rutini