Ólavsøkurenning 2013 430m

When
July 27, 2013 6:30:00 PM Western European Summer Time
Where
Skálatrøð
Distance
430m
Web
http://www.bragdid.fo
Leygardagin 27. juli kl. 18.00, skipar Bragdið fyri vælumtóktu Ólavsøkurenningini, á Skálatrøð í Havn. Hetta er samstundis 7. og seinasta Grand Prix renningin í summar. Kappast verður í ymsum bólkum, bæði hjá vaksnum og børnum. Startur og mál í øllum kappingum er á Skálatrøð. Luttøkugjaldið fyri vaksin er kr. 80,- og fyri børn kr. 40,-. Gjaldast skal við tilmelding, onlinegjald. Startnummar og chip skulu avheintast í skeiva pakkhúsið við Skálatrøð, leygardagin 27. juli kl. 16.00 Tað ber eisini til at melda til á staðnum, 27. juli, í millum kl. 16.00 og 17.00! gg: Tá tilmeldað verður á staðnum er kostnaður vaksin kr. 100,- og kostnaður børn kr. 50,- Fyri at lætta um verður tí heitt á fólk, at melda til í seinasta lagi 25. juli kl. 22.00 Bragdið brúkar Chip-tíðtaking, at skráseta tíðirnar hjá hvørjum einstøkum rennara. Tað merkir, at allir rennarar fáa útflýggjað eitt sokallað chip saman við startnummarinum. Chippið skal setast á vinstra skógv. Vegleiðing fæst frá fólki á staðnum áðrenn renningina. gg. CHIPPIÐ SKAL LATAST INN AFTUR AFTANÁ RENNINGINA!!! Startur: vaksin Byrjað verður kl. 18.00, tá vaksin renna 5 km. Runnið verður nakrar ferðir runt niðri á Skálatrøð og út undir Bakka. Sama ruta sum undanfarin ár. Aldursbólkar í Grand Prix síggja soleiðis út: • Kvinnur opin bólkur (f. -1997) tvs. 16 ár ella eldri • Menn opin bólkur (f. -1997) tvs. 16 ár ella eldri • Kvinnur (K45+) veteranar (f. 1958-1967) tvs. 46-55 ár • Menn (M45+) veteranar (f. 1958-1967) tvs. 46-55 ár • Kvinnur (K55+) superveteranar (f. -1957 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri • Menn (M55+) superveteranar (f. -1957 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri Aldurin verður roknaður sum blivin aldur tá árið er runnið. Startur børn og ung Byrjað verður kl. 18.30, tá gentur og dreingir renna. Sama ruta sum undanfarin ár Aldurbólkarnir hjá børnum eru hesir: - Dreingir-7/Gentur-7 (f.2006 ella seinni) – 420m - Dreingir-10/Gentur-10 (f.2003-2005) – 420m - Dreingir-13/Gentur-13 (f.2000-2002) – 1.300m - Dreingir-17/Gentur-17 (f.1996-1999) – 1.300 m Nr. 1, 2, og 3 í øllum bólkum fáa heiðursmerki. Nr. 1 í hvørjum bólki fær steyp til ognar. Bragdið bjóðar øllum at vera hjartaliga vælkomin til Ólavsøkurenning aftur í ár og við ynski um eina góða Ólavsøku.