Kvinnurenning 5 km

When
August 24, 2013 3:31:00 PM Western European Summer Time
Where
Tórsbreyt, Tórshavn
Distance
5 KM
Web
http://www.bragdid.fo
Vit á Kvinnu eru, saman við Bragdinum, so sera fegnar um aftur í ár - 5. ár á rað - at bjóða tær við til ársins mest lívsjáttandi renning! Minnist tú súsið frá undanfarnu árum? Tá umleið 2.000 renniglaðar vinkonur, systrar, møður, døtrar, ommur og starvsfelagar savnaðust um eitt tiltak, har rørsla, heilsa, hugni og samanhald eru á skránni. Hjartaliga vælkomin við - sama um tú gongur ella rennur - Kvinnurenningin er fyri allar kvinnur! 2.000 tær fyrstu fáa gávuposa, virði yvir 1.400 kr, sum millum annað hevur eina Adidas renniblusu og fleiri gávukort í. Í ár renna vit í svørtum renniblusum frá Adidas, tað eru avmarkaðar støddir á renniblusuni, so kvika tær at melda til, áðrenn júst tín stødd verður útseld. Luttøkugjaldið er 185 krónur. Annar av høvuðssponsorunum til Kvinnurenningina, Thomas Dam Intersport, bjóðar øllum, sum melda til Kvinnurenningina, tilboð upp á renniklæðir. SERTILBOÐ 1, sum er einar rennibuksur, og SERTILBOÐ 2, sum er ein rennitroyggja við hettu. Alt av merkinum Adidas, hygg her Komið og skapið ein fantastiskan dag, har vit og okkara heilsa eru í fokus. Renniruturnar - Rennirutan 5 km, - Gangirutan 2,3 km, Tilmeldingin er bindandi. Renninummar við gávuposa skal heintast í handlinum hjá Thomas Dam Intersport í Havn, fríggjadagin 23. august ella leygardagin 24. august. Legg til merkis: - Ikki er gjørligt at broyta stødd á klæðunum, eftir tú hevur bílagt. - Tað er tíanverri ikki gjørligt at gjalda við Mastercard. - Skalt tú melda fleiri til í senn er neyðugt at melda hesar til ein á gangin, og soleiðis fáa nøvnini skrásett hvør sær