Flaggdagsrenning 2013 Børn

When
April 25, 2013 4:10:00 PM UTC
Where
Tórshavn, Áarvegur
Distance
1.3km
Web
http://www.bragdid.fo
> > > > > Tilmelding á www.renn.fo < < < < < Dagarnir gerast longri og ljósari og Flaggdagurin nærkast og tí eisini afturvendandi Flaggdagsrenningin, sum í ár er tann 27. í røðini. Bragdið skipar, sum vanligt, fyri renningini, og í ár verður tað enn stuttligari at luttaka. Renningin byrjar kl. 16, beint aftaná flaggdagshaldið á Vaglinum. Børn og vaksin, roynd og óroynd fara at royna seg, virkir fara at kappast og fyri fyrstu ferð ætla vit at hava stuttleikarenning aftrat. Rutan er tann sama fyri øll, uttan hjá teimum, sum skulu luttaka í stuttleikarenningini. Teinurin hjá teimum vaksnu er 7 km, hjá børnunum 1,3 km og til stuttleikarenningina er teinurin 3,5 km. Heiðursmerki verða latin til trý tey fyrstu í hvørjum bólki hjá børnunum og teimum vaksnu og haraftrat fær vinnarin eitt gott gávukort. Vinnarar hjá børnum tryggja sær eina smartphone. Tey, sum luttaka í stuttleikarenningini, eru øll við í lutakasti um góðar vinningar frá handlum og fyritøkum í býnum. Harafturat er lutakast millum allar luttakarar. Vinningar í lutakasti skulu avheintast á staðnum, ella verður drigið umaftur til vinnari meldar seg. Stuttleikakappingin er vælegnað til familjur við børnum, sum fegin vilja ganga og renna, uttan at kappast. Mammur, pápar, ommur, abbar, børn, gummur, mammubeiggjar, ja øll sum hava hug at luttaka. Eingin tíðtaking er til hendan bólkin. Bólkarnir verða hesir: Gentir og dreingir fødd (2000-2006) Kvinnur og menn fødd (1968-1999) Kvinnur og menn veteranar (1958-1967) Kvinnur og menn superveteranar (-1957) Stuttleikarenning børn (2000-) Stuttleikarenning vaksin (-1999) Umframt at tað er einstaklingakapping, er Flaggdagsrenningin eisini ein kapping millum virkir, stovnar o.t. nevnd firmakapping. Eisini her er gott gávukort til vinnarar. > > > > > Tilmelding á www.renn.fo < < < < <