When
August 13, 2017 3:00:00 PM Atlantic/Faeroe
Where
Frammi í Dal 6, Kollafjørður
Distance
9.8 Km
Web
http://bragdid.fo/

!! Útsett til Sunnudagin 13. August, kl 15.00

Bragdið skipar fyri TOP RUN, Sunnudagin 13. august kl. 15:00. Øll eru vælkomin at luttaka. TOP RUN er motiónsrenning. Tað vil siga, at øll, sum javnan motiónera, kunnu vera við. Næstan øll, sum hava luttikið í TOP RUN hesi árini, hava gjøgnumført renningina, so tað er ikki ein ógjørlig uppgáva. TOP RUN er ein avbjóðing, tí teinurin er móti brekku nærum allan vegin. Renningin byrjar vid Effo-støðina í Kollfjarðadali (75 metrar yvir havinum) og endar á Sornfelli (680 metrar yvir havinum), eitt strekkið á 9,8 km. Renningin verður býtt sundur í fýra bólkar: * Menn undir 40 ár * Menn yvir 40 ár * Kvinnur undir 40 ár * Kvinnur yvir 40 ár. Trý tey fyrstu í hvørjum bólki fáa heiðursmerki. 

Luttøkugjaldið er 150 kr. við on-line tilmelding. Seinasta freist at melda til on-line, er Leygardagin 12.august kl. 22.00. Tilmelding kann eisini fara fram á Effo støðini í Kollfjarðadali frá kl. 14:00 til 14:30, á kappingardegnum. Tá er prísurin tó 200 kr. 

Tá komið er á mál, er okkurt leskandi at fáa. Skiftiklæðir verða koyrd niðan á Sornfelli, meðan runnið verður og kunnu heintast har, tá komið er á mál. Bussur koyrir luttakarar omanaftur eftir kappingina.

Her sæst video av rutuni, stytt til 1 min. og her er innslag í 3-2, um Top Run 2013