When
April 25, 2015 4:15:00 PM Vesteuropæisk sommertid
Where
Kongabrúgvin
Distance
7km
Web
http://bragdid.fo

Grunda tekniskar trupuleikar við myndatóli, byrjar mál video ikki fyrr enn 26min eru farnir, so teir fyrstu rennarnir eru tíðanverri ikki við á mál video.

Dagarnir gerast aftur longri og ljósari og Flaggdagurin nærkast og tí eisini afturvendandi Flaggdagsrenningin, sum í ár er tann 29. í røðini. Bragdið skipar, sum vanligt, fyri renningini, sum aftur í ár, byrjar og endar á Kongabrúnna. Renningin byrjar kl. 16, beint aftaná flaggdagshaldið á Vaglinum. Børn og vaksin, roynd og óroynd fara at royna seg og virkir fara at kappast. Rutan er tann sama sum í 2014, byrja á Kongabrúnni og renna so fram við Strond og nakað út um Boðanesheimið at venda. Hesin teinur skal rennast 2 ferð. Teinurin hjá vaksnum er knappar 7 km.

Minstu børnini renna frá Kongabrúnni, út til rundkoyringina við pylsuvognin og aftur á mál, uml. 500m. Størru børnini renna út til portrið í Nyhavn (Schengen) og aftur á mál, ella uml. 1000m.

Heiðursmerkir, sum EIK stuðlar við, verða latin til trý tey fremstu í hvørjum bólki, hjá børnum og  vaksnum. Vinnarar hjá børnum og vaksnum fáa somuleiðis ein góðan vinning, sum er eitt gávukort.

Stuttleikarenningin er vælegnað til tey, sum fegin vilja ganga og renna, uttan at kappast. Mammur, pápar, ommur, abbar, gummur, gubbar, mammu- og pápabeiggjar, ja øll vaksin sum hava hug at røra seg. Eisini tey við barnavogni eru vælkomin. Eingin tíðtaking er til hendan bólkin og tey velja sjálvi, um tey ganga/renna 3,5 ella 6,9 km.

Bólkarnir verða hesir:

  • Gentur og dreingir fødd (2006 og seinri)
  • Gentur og dreingir fødd (2004-2005)
  • Gentur og dreingir fødd (2002-2003)
  • Kvinnur og menn opin bólkur fødd (-2001)
  • Kvinnur og menn veteranar (1960-1969)
  • Kvinnur og menn superveteranar (-1959)
  • Stuttleikarenning - vaksin

Luttøkugjaldið er 40 kr. fyri børn og 80 kr. fyri vaksin, og skal gjaldast on-line. 

Tilmeldingarfreistin er hósdagin 23. apríl kl. 18. Ongin tilmelding á staðnum. (Undantak er til Stuttleikarenning, sum tá kostar 100 kr.)

Startnummur blíva útflýggja fríggjadagin 24/4, millum kl. 15 og 19 í SMS - Sportigan.

Umframt at tað er einstaklingakapping, er Flaggdagsrenningin eisini ein kapping millum virkir, stovnar o.t. nevnd firmakapping. Menn og kvinnur eru ikki á sama liði. Eisini her er gott gávukort til vinnarar, sum Bowlinghøllin á Hálsi letur. Bara vaksin eru við í liðkappingini, ikki børn og Stuttleikarenning. Tað er sera umráðandi, at skriva liðnavn eins, fyri luttakarar á sama liði. Lesið meira um firmakappingina her

Høvuðsstuðlar hjá Bragdinum eru EIK og Tryggingarfelagið Føroyar

Her finnur tú myndir frá flaggdegnum 2014, sum Tórvør og Einar Vang hava tikið og her eru myndir sum Absalon Hansen hevur tikið.

Flaggdagsruta vaksin